
Stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin (AMEG) hevur samtykt at hækka eftirlønina úr grunninum við 90 kr. um mánaðin frá 1. januar 2022.
Tað svarar til eina hækking á 1,5% soleiðis at eftirlønin fer frá 5.865 kr. um mánaðin í 2021 til 5.955 kr. um mánaðin í 2022. Samlaða eftirlønin komandi ár verður tí 71.460 krónur. Ásetingin er galdandi fyri árið 2022.
Lógin um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin ásetir, at stýrið fyri grunnin skal áseta útgjaldið í seinasta lagi 1. oktober fyri álmanakkaárið eftir.
Í 2020 vóru útgoldnar 600 mió. kr. í eftirlønum úr AMEG, útgjaldið til eftirløn í 2021 er mett til umleið 630 mió. kr. mió. kr. og til 655 mió. í 2022.
Ársfrágreiðingin hjá AMEG kunnu tit taka niður á heimasíðuni hjá AMEG, www.ameg.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald