Fyri fleiri árum síðani vórðu brotnar krukkur funnar í gravkamarinum hjá Ptames, einum egyptiskum embætismanni. Fornfrøðingar søgdu seg hava funnið eitt fast, hvítt evni í krukkunum, sum tey hildu vera eitt slag av mati, men tey vistu ikki rættiliga hvat slag.
Kanningar hava nú víst, at talan er um ost, sum hevur ligið í gravkamarinum í 3.200 ár.
Áður hevur man ikki funnið nakrar ábendingar um, at fólk hava framleitt ost í gamla Egyptalandi, og hildið verur, at hetta er elsti osturin, ið nakrantíð er funnin.
Granskarar hava funnið fram til, at osturin helst varð gjørdur úr seyða- og geitamjólk.
Sambært BBC var gravkamarið, har osturin var funnin, fyrst uppdagað í 1885, men tað hvarv síðani aftur í sandinum, og í 2010 varð tað funnið aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald