2018-08-07 12:10
Fyri áleið hálvum tíma síðani var eitt ferðsluóhapp úti á Glyvursvegi á Argjum. Av løgreglustøðini verður sagt, at ein bilur var við í ferðsluóhappinum, og at tvey fólk vóru í bilinum.
Júst hvat er hent vil løgreglan ikki siga í løtuni.
At síggja til hevur bilur rent í garðin einu megin vegin og er so slongdur yvir um á hina síðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald