2019-08-16 11:23
Ímillum klokkan 7 og 7.30 í morgun varð boðað frá, at ein døglingur lá á sandinum í Hvalba, og at hann var vorðin fastur.
Skjótt kom grindaformaður og onnur á staðið, og tað varð staðfest, at har var eingin møguleiki at fáa døglingin á sjógv aftur. Hann var saman við nøkrum øðrum døglingum, helst familju sínari, men bert hann gjørdist fastur. Hinir svumu rundanum eina løtu og fóru síðani til havs aftur.
Grindaformaðurin í Hvalba upplýsir, at tað var fjøra, og at talan var um ein stóran døgling; áleið á stødd við ein grindhval. Hann varð dripin við mønustingara, síðani fingin yvir á kaiina, har hann varð skorin upp og deildur ímillum teir, ið vóru við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald