2021-01-13 15:08

Ein nýggjur tilburður við korona varð staðfestur í gjár. Talan er um ein persón, sum er komin til Føroya úr útlondum, og varð staðfestur positivur tríggjar dagar eftir komu, upplýsir landslæknin á corona.fo.
Í gjár vórðu 615 kanningar gjørdar, tilsamans eru nú 212.418 kanningar gjørdar.
Samstundis er ein persónur vorðin raskur aftur, og harvið er talið av smittaðum nú tað sama, sum í gjár, 28.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á sjúkrahúsi í sambandi við koronusmittu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald