Eitt skalvalop rakti fyrrapartin vælumtókta skíðstaðið Trysil í Noregi, boðaði løgreglan í Innlandet frá á Twitter fyrrapartin.
Løgreglan fekk boðini um, at fólk vóru fangað í kavanum. Boðini komu nakað fyri middag. Tey hava nú bjargað ein mann úr skalvinum, og hann var á lívi, boðaði Hamar Arbeiderblad frá, sambært NRK. Helst var maðurin sjálvur orsøk til, at skalvurin leyp.
Løgreglan sigur, at tey hava ikki fingið fráboðanir um at onnur fólk vórðu rakt av skalvinum, men kann tó ikki vísa aftur, at tað kann vera hent.
Skalvalopið var millum 100 og 150 metrar breitt, og lopið var á landsynningssíðuni av Trysil-fjallinum.
Trysil liggur í innlandinum, árakað Lillehammer, eystur móti markinum til Svøríkis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald