Innanlands

Er skuldsettur fyri at sláa Mette Frederiksen

Talan er um ein 39-ára gamlan póllending, sum í næsta mánaða skal fyri rættin. Maðurin kann verða útvístur, og noktar hann seg sekan í harðskapi

Forsætisráðharrin er tænastufólk (Mynd: EPA)

Forsætisráðharrin er tænastufólk (Mynd: EPA)

2024-07-03 15:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tíðliga í juni varð forsætisráðfrú Mette Frederiksen fyri einum slagi av álopi á gøtuni í Keypmannahavn - við Kultorvet.

Nú er ein 39-ára gamal maður skuldsettur fyri harðskap. Hetta skriva tíðindastovan Ritzau og danskir miðlar seinnapartin

Í ákæruni stendur, at talan er eitt slag við knýttum neva á høgru øksl hjá Mette Frederiksen. Hetta er brot á  §119 í revsilógini - álop á ein tænastumann.

Maðurin noktar seg sekan. Talan er um ein pólskan ríkisborgara, sum kann verða útvístur úr Danmark. 

Hetta verður greitt eftir rættarfundirnir. Teir verða 6. og 7. august.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder