Innanlands

Ein meiriluti vil hava møguleika at viðmerkja greinar á netmiðlum

Men næstan 38 prosent halda, at viðmerkingateigurin undir greinum skal takast burtur

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-08-28 15:47 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ein meiriluti av teimum sum atkvøddu á Portalinum í gjár halda, at tað skal vera møguligt at viðmerkja greinar á netmiðlum.

Tað eru 62 prosent av teimum 3.271 brúkarunum sum hava atkvøtt, sum svara ja, meðan 38 prosent svara nei.


Annika Olsen, tingkvinna, legði í gjár upp til kjak og skotið varð upp, at netmiðlar tóku møguleikan at viðmerkja greinar, burtur.

Hon heldur, at viðmerkingarnar ofta eru fullar av persónligum álopum.

- Í mun til haturstalu er tað ein byrjan, at portalarnir strika møguleikan hjá fólki at viðmerkja greinir og annað. Aloftast eru viðmerkingarnar fullar av persónligum álopum heldur enn kvalifiseraðum og fakligum innleggum, sum leggja nakað afturat kjakinum ella upplýsa okkum um nakað annað, segði Annika Olsen í einum uppslagi á sínum Facebook vanga.

Les eisini: Netmiðlar eiga at strika møguleikan at viðmerkja greinar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder