Ein mynd av einum eggi er oftast dámda mynd á Instagram nakrantíð. Í skrivandi løtu er myndin av egginum “dámd” meiri enn 34 milliónir ferðir á vælumtókta sosiala miðlinum.
Har er einki sum helst serligt við myndini ella egginum. Myndin er bara ein púra vanlig mynd av einum brúnum eggi og hvítari bakgrund.
Orsøkin til at eggið nú er mest dámda á Instagram, er hinvegin reality stjørnan Kylie Jenner. Kylie Jenner átti myndina, sum fyrr var mest dámd á Instragram. Hetta var ein mynd, har nýfødda dóttur hennara heldur um tummilin hjá mammuni. Hendan myndin var dámd fleiri enn 18 milliónir ferðir.
4. januar varð so myndin av egginum at finna á Instagram.
- Lat okkum seta heimsmet saman, og fáa oftast dámdu myndina á Instagram og seta heimsmetið, sum Kylie Jenner hevur. Vit klára tað!, stóð at lesa undir myndini av egginum.
Ætlanin eydnaðist, og myndin av egginum er oftast dámda myndin á Instagram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald