2019-08-23 21:18
Næsta fríggjakvøld verður gekkaupphæddin uppi á trimum milliónum aftur. Tað er greitt eftir at stóri vinningurin heldur ikki í kvøld fór.
Men tað var líka við. Johannes Vestergaard úr Sumba kom í gjøgnum og legði allar pengarnar í gula leypin. Í fyrsta snari lendi hann á 10.000, og stóð sosatt við 50.000 krónum, tí upphæddin í fyrsta snari verður faldað við fimm.
Í øðrum snari var hann bara ein seym frá gula leypinum, og teimum 2,8 milliónunum. Hann royndi enn einaferð og stóð eftir við 20.000 krónum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald