Ólavsøkan er á gáttuni, nógv fólk hava summarfrí og veðrið er gott. Hetta hevur helst alt spælt inn í gjárkvøldið og í nátt, har nógv fólk vóru í býnum; serliga í høvuðsstaðnum.
Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at tað var friðarligt í nátt, og løgreglan hevði sera lítið at gera.
Har hendi ikki nakað nevnivert, uttan tað at taskan hjá einari kvinnu varð stolin, tá hon var á veg heim úr býnum í Havn. Hetta hendi nærhendis miðbýnum. Løgreglan upplýsir, at tað er ikki vist, hvussu nógv virði stolið varð fyri, ella hvør framdi brotsgerðina. Har er tó nøkur spor at ganga eftir.
Løgreglan fyrireikar seg annars til Ólavssøkuna. Vakhavandi sigur við Portalin, at tey verða væl mannaði komandi dagarnar, har løgreglan verður sjónlig og til staðar í býnum. Sama mannagongd verður sum undanfarin ár, og tað veðrur sambært vakthavandi, við góðari hjálp frá samarittunum, ið mest hjálpa við fullum fólki og gera uppgávur, ið løgreglan gjørdi fyrr, at løgreglan verður á Ólavsøku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald