Innanlands

Ein tikin fyri at koyra við kenning

Bíðað verður nú eftir blóðroyndini frá bilføraranum

2019-07-04 08:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt eftir klokkan 02.00 í nátt varð ein bilførari tikin í miðstaðarøkinum. Hann blásti, og greitt var at hann hevði promillu. Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at nú verður bíðað eftir blóðroyndini, áðrenn skuldseting verður sett fram.

Vakhavandi kundi eisini aftur váttað, at alt spældi væl av í gjárkvøldið viðvíkjandi stóra bjarginarátakinum hjá MRCC, sum varð sett í verk seinnapartin í gjár, í samband við at níggju útlendskir kajakrógvarar komu í trupulleikar norður í Ennibergi. Øll komu í land í øllum góðum.

Les meira her

Ein útróðarbátur, ið royndi at hjálpa til, steðgaði upp í Mykinesfirði. Vágaportalurin skrivar, at Sverri kom inn á Miðvág við honum 22.30, har veiðan (2000 pund) varð løgd upp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder