2021-08-28 12:10

Í gjár vórðu 952 koronakanninagr gjørdar, og ein av teimum var positiv.
Persónurin, ið varð staðfestur smittaður við koronu í gjár, er í Norðoyggjum, og smittukeldan er ókend, skrivar corona.fo.
Í løtuni eru sjey persónar smittaðir við koronu í Føroyum, og 18 eru í sóttarhaldi.
Tilsamans eru nú 1.000 persónar staðfestir smittaðir við koronu í Føroyum, og um 405.000 kanningar eru gjørdar. Tveir persónar eru deyðir við koronu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald