Í ES eru enn nógvir borgarar, sum ikki hava álit á koppingarevnini móti koronu. Ein umfatandi kanning hjá ES vísir, at ein triðingur av borgarunum í ES ikki ynska at verða koppsett í ár.
27.000 borgarar luttóku í kanningini, sum varð gjørd í teimum 27 ES-londunum í tíðarskeiðnum 12. februar til 11. mars. Úrslitið av kanningini varð tó fyrst almannakunngjørt í vikuni.
Tað er serliga á Kyprós, at nógv ikki ynskja at verða koppett í ár, har er talan um tveir triðingar av borgarunum. 26 prosent siga, at tey ongantíð ætla at lata seg koppseta, meðan 40 prosent siga, at tey fara at lata seg koppsetta seinni, skrivar Ritzau.
Eisini í Bulgaria, Kroatia, Póllandi, Rumenia og Ungarn siga tey flestu, at koppsetingin kann bíða til eftir 2021. Minni enn ein fjórðingur av borgarunum í hesum londunum siga seg ynska at fáa koppsetingina skjótast gjørligt.
Hinvegin eru tað serliga í norðara parti av ES, at fólk eru meira sinnaði at lata seg koppseta. Í Írlandi siga sjey út av tíggju persónum, at teir unskja at verða koppsettir skjótast gjørligt.
Tað sama siga fleiri enn 60 prosent av teimum spurdu í Danmark, Finnlandi, Svøríki og Hollandi. Í hesum londum eru seks prosent ella færri, sum siga, at tey ongantíð ætla at lata seg koppseta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald