36 prosent av teimum knap 6.000 lærlingunum, sum síðan 2005 eru farnir undir eina yrkisútbúgving í Føroyum, hava tikið eina útbúgving, har skúlagongdin er í Danmark.
Tað sigur Djóni Nolsøe Joesen, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, í svari til fyrispurning hjá Beinir Johannesen, løgtingsmanni.
Hann vildi hava at vita, hvussu nógvir lærlingar í dag hava skúlagongd í Danmark, hvørja útbúgving teir eru í holt við, og um nøkur ætlan er um, at fleiri skúlaskeið skulu kunna takast í Føroyum.
Djóni Nolsøe Joensen sigur, at av teimum 70 yrkisútbúgvingunum, sum tað ber til at taka í Føroyum, ber bert til at taka skúlagongdina til 15 av teimum í Føroyum. Restin krevur, at lærlingarnir fara til Danmarkar at taka tilhoyrandi skúlagongd.
Landssýrismaðurin leggur tó afturat, at felags fyri allar yrkisútbúgvingarnar við danskari skúlagongd er, at talið á lærlingum, sum árliga fara undir eina av hesum útbúgvingum, er lágt og ógvuliga sjáldan yvir fimm lærlingar pr. útbúgving/ár. Tó eru ávís undantøk.
Ein stórur partur av lærlingum, sum fara til Danmarkar, eru í læru innan handil og sølu.
– Í hesum útbúgvingum ber til at velja ímillum eina ørgrynnu av sergreinum, alt eftir, um tú arbeiðir við nethandli, á einum lagri ella í einum handli, sum selur køkar, maskinur, blómur ella annað. Tí er vanligt, at lærlingar, sum læra í handli, velja at fara í ein skúla, ið bjóðar somu sergrein, sum lærlingurin er í læru innan, hóast tað ber til at taka eina generella søluútbúgving uttan sergrein í Føroyum.
– Av teimum, sum í løtuni eru undir einari føroyskari yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru knapt 25% í læru innan handil og sølu. Hini 75% av verandi lærlingum, sum eru í holt við eina yrkisútbúgving við danskari skúlagongd, eru í læru innan 42 ymiskar útbúgvingar. Í løtuni eru t.d. tíggju í holt við elektronikfaktøkning, sjey við entreprenørmaskinmekanikara og átta við KT supportara.
Ein yrkisútbúgving innan skrivstovuyrkið verður boðin út í Føroyum, og flestu lærlingarnir, sum eru í læru til eina yrkisútbúgving innan skrivstovu við danskari skúlagongd, eru í læru til eina sergrein innan skrivstovu, so sum læknaskrivara, advokatskrivara ella taka eina skrivstovuútbúgving við sergrein (t.d. almenn fyrisiting, speditión og shipping ella grannskoðan).
– Felags fyri merkantilu útbúgvingarnar (søla/handil og skrivstovu) er, at so gott sum allir hesir lærlingar hava aðra miðnámsútbúgving, áðrenn teir fara í læru. Longdin á skúlagongdini, sum hoyrir til útbúgvingina er tí í mesta lagi 15 vikur ígjøgnum lærutíðina á tvey ár, har lærlingarnir skulu til Danmarkar í skúla, sigur landsstýrismaðurin.
Landsstýrismaðurin sigur, at Yrkisútbúgvingarráðið og Yrkisdepilin í løtuni arbeiða við at fáa gjørt eitt yvirlit yvir tey skúlaskeið, sum føroysku skúlarnir kundu bjóða uttan stóran eyka kostnað, við at lærlingar kundu samlisið við aðrar útbúgvingar, har samanfall er í innihaldinum í fyrstu skúlaskeiðunum.
Yrkisútbúgvingarráðið er eisini farið undir at greina, hvørjar útbúgvingar serligur tørvur er á verða settar í verk, til tess at grøna orkuskiftið og rákið at skapa størri burðardygd, verður stuðlað við góðum og hóskandi yrkisútbúgvingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald