Mentan

Einangran við nýggjum staklagi

Einangran er aftur við nýggjum sangi og sjónbandalagi til teirra fyrsta staklag, Koyri heim, ið er av teirra komandi útgávu

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-02-11 07:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Heiðrikkur á Heygum og Lea Kampmann eru sangarar og sangskrivarar, ið sótu føst í somu íbúð í Keypmannahavn í fýra mánaðar, tá koronuumfarssóttin legði landið lamið í mars, 2020.

Úrslitið av samstarvinum varð EP´in, Einangran, har lagið, Kanska gjørdist ein landaplága í Føroyum og vann heiðursløn fyri besta lag á FMA 2020.

Nú eru tey aftur við nýggjum staklagi við heitinum, Koyri heim. Sangurin snýr seg um ein, ið hevur gjørt tað liðugt við makam og er farin á dansigólvi at gloyma, men angrar skjótt avgerðina. Tá skundar hon/hann skjótt sær heim aftur fyri at gera alt gott aftur.

Tann dreymakenda 80ára synz og disco kenda framleiðslan er skapað av navnfamu framleiðarunum Janusi Rasmussen, ið m.a. er kendur frá Byrta og Kiasmos, og Sakarisi Joensen, kendur sum einstaklingatónleikari undir egnum navni og sum framleiðari fyri t.d. Frum og Frostfelt.

Sjónbandalagið hevur Heiðrikur sjálvur leikstjørnað og klipt. Gwenaël Akira Helmsdal Carré hevur filmað.

Koyri heim er fyrsta lagið tey geva út av heildarútgávu, tey arbeiða við í løtuni. Einangran vónar, útgávan, ið varð til veruleika við hópfíggjan, er til reiðar móti sumri 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder