placeholder
Innanlands

Eingin bjóðaði seg fram á Frúutrøð

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at býráðið fer nú at kanna, um krøv og bindingar kunnu linkast

(Mynd: kvf.fo)

(Mynd: kvf.fo)

2018-08-20 13:27 Author image
Oda Strøm
placeholder

Tórshavnar kommuna bjóðaði herfyri samtøkum at vera við í undangóðkenningini at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar á Frúutrøð. Øll kundu søkja um at verða undangóðkend. Ætlanin er at byggja 50 íbúðir á Frúutrøð, har helvtin skal vera leiguíbúðir, og hin helvtin luta- og eigaraíbúðir.

Men tey, sum bjóðaðu, skuldu samstundis eisini binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðirnar, umframt parkering og fríøki, sum hoyrir til - og tað var eingin áhugaður í, tí eingin søkti. Tað veit Kringvarpið. 

Annika Olsen, borgarstjóri hevur síðani sagt, at býráðið fer at kanna, um krøv og bindingar kunnu linkast.

Sambært Kringvarpinum er partafelagið Heimbýli áhugað í byggingini, men so skal Tórshavnar kommuna at sleppa bindingunum og slaka krøvini til ætlaðu íbúðarbyggingina á Frúutrøð, sigur nevndarformaðurin í felagnum, Mortan Poulsen. Sambært nevndarformanninum vóru tað nevniliga krøvini, sum gjørdu, at felagið ikki beyð seg til at gera íbúðirnar.

Feløgini, sum stovnaðu Heimbýli, eru Betri banki, byggifelagið Articon, Selmar Nielsen Arkitektar og Árni Jakobsen verkfrøðingar, og partapeningurin er 3 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder