Uttanlands

Eingin deyður við COVID-19 í Danmark seinasta samdøgrið

Í løtuni eru 11.230 tilburðir staðfestir í Danmark – 561 eru deyð

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-05-22 15:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið er eingin deyður við COVID-19 í Danmark, upplýsir Statens Serum Institut.

Hetta er triðju ferð í tveir mánaðir, at hetta kemur fyri.

Støðan er í løtuni tann, at 11.230 fólk eru skrásett smittað í Danmark, 561 eru deyð, og 119 eru innløgd – harav 23 á intensivari deild, skrivar Ritzau.

Av teimum, sum eru staðfest smittað, eru 9.764 ikki roknað sum smittað longur. Myndugleikarnir í Danmark skráseta ikki fólk sum frísk, men um ein persónur hvørki er innlagdur ella deyður 14 dagar eftir staðfesta smittu, verður hann ikki longur roknaður sum smittaður.

433.971 fólk eru kannað fyri virusið í Danmark.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder