Innanlands

Eingin skuldsettur í innbrotsmálinum

Enn er eingin skuldsettur fyri innbrotið í Gamla Seglhúsið í Klaksvík

Mynd: Símun Gullaksen

Mynd: Símun Gullaksen

2018-09-16 11:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

"Enn er eingin skuldsettur í málinum," sigur vakthavandi á politistøðini við Portalin.

Í gjár varð brotið inn í Gamla Seglhúsið í Klaksvík, har reklamuvirkið Grafia heldur til.

Tað var eigarin, Símun Gullaksen, ið meldaði málið til løgregluna, tá hann varnaðist hetta um 10-tíðina í gjár.

Rútar vóru knústir, og øl varð m.a. stolið úr kjallarinum.

Løgreglan heitir á fólk, sum halda seg vita nakað um málið, um at seta seg í samband við tey.

Les eisini: Innbrot í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder