2020-11-27 14:32

Heldur ikki í gjár fekk nakar staðfest covid-19, vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Sostatt er eingin staðfestur positivur seinastu fimm dagarnar.
Talið á persónum, ið hava fingið staðfest covid-19 í Føroyum er framvegis 500, og 498 teirra eru staðfest frísk aftur. Sostatt eru tveir persónar positivir í løtuni.
Í gjár vórðu 211 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Tilsamans eru 166.454 kanningar gjørdar í Føroyum.
Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við covid-19, og sjey eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald