2018-08-31 08:17
Nógv grind hevur verið kring oyggjarnar seinastu tíðina, og eisini hava fleiri døglingar verið at sæð. Eitt nú løgdu fýra døglingar beinini á sandinum í Hvalba fyrradagin.
Um hálvgum átta tíðina í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan úr Sørvági um at ein einsamallur døglingur lá svam inni á Sørvágsfirði tætt við aliringarnar.
Løgreglan kunnaði sýslumannin um hetta, og hesin tók avgerð um at einki skuldi gerast við einsamalla døglingin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald