Uttanlands

Eisini í Noregi má AstraZeneca bíða nakrar vikur afturat

Eins og Danmark, hevur Noreg longt steðgin – Norsku heilsumyndugleikarnir halda tað vera neyðugt við fleiri kanningum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-03-26 18:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at myndugleikarnir í Danmark hava tikið avgerð um fyribils at leingja steðgin við at koppseta við koppingarevninum hjá AstraZeneca, og í dag boða heilsumyndugleikarnir í Noregi frá, at teir fara at gera tað sama.

Les eisini: AstraZeneca bíðar í tríggjar vikur afturat

Orsøkin er tvey illgrunasom andlát í Danmark, og fýra í Noregi millum fólk, sum eru koppsett við AstraZeneca, umframt at fleiri koppsettir persónar eru vorðnir innlagdir við blóðtøppi.

Enn hevur ikki borið til at vísa á, at samband er millum koppingarevnið og tey, sum eru vorðin álvarsliga sjúk.

Eins og myndugleikarnir í Danmark, halda tey í Noregi, at fleiri kanningar mugu gerast, so fólkið kann fáa tey best møguligu ráðini um koppseting.

Í Danmark er steðgurin galdandi til 18. apríl, meðan hann í Noregi er galdandi til 15. apríl, skrivar Ritzau.

Bæði londini góvust at koppseta við AstraZeneca 11. mars.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder