Uttanlands

Eitt klemm millum koreanskar leiðarar áðrenn toppfundin í Pyongyang

Hetta er fyrstu ferð í tíggju ár, at ein suðurkoreanskur leiðari er í norðurkoreanska høvuðsstaðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-18 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Suðurkoreanski forsetin, Moon Jae-in lendi í norðurkoreanska høvuðsstaðnum Pyongyang í morgun áðrenn triðja koreanska toppfundin í ár.

Endamálið hjá suðurkoreanska leiðaranum er at fáa eina semju um atomavvápnan á koreansku hálvoynni.

Moon Jae-in og Kim Jong-un heilsaðu uppá hvønnannan, og fagnaðarróp hoyrdust frá teimum mongu norðurkoreanarunum, ið vóru møttir upp at hyggja eftir suðurkoreanska forsetanum.

Á einum stórum bannari uttanfyri flogterminalin stóð: "Lat okkum fara undir eitt tíðarskeið við frælsi og vælferð við samhuga frá einum samlaðum fólki".

Túsundatals norðurkoreanarir stóðu klárir í penum, beinum rekkjum og veitraðu við plastblómum og norðurkoreanskum fløggum.

Tað er meira enn tíggju ár síðan, at ein suðurkoreanskur forseti hevur vitjað høvuðsstaðin í Norðurkorea, og er í dag tí ein søguligur dagur.

Fyrr í ár hava Moon Jae-in og Kim Jong-un tosað um, hvørt mann átti at endað Koreakríggið formelt.

Hesin toppfundurin kemur at vara tríggjar dagar, og kann gerast sera umráðandi í mun til avvápnan av kjarnorkuvápnum og sambandið við USA, skrivar TV2.

Ein annar søguligur toppfundur var í juni, tá Kim Jong-un og amerikanski forsetin, Donald Trump hittust í Singapore.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder