Mentan

Eitt øðrvísi tiltak í Miðlatúni

Miðlatún í Vági hevði fingið hárfríðkarar Eyðbjørg Augustinussen og Sólrun Winther at læra frá sær, hvussu menn kunnu temja kynsturin at gera hestahalar og flættur

2021-04-30 15:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Vágs kommuna: Leygardagin 24. apríl var eitt heldur øðrvísi, men tó viðkomandi, tiltak fyri menn í Miðlaúni.

Til tiltakið hevði Miðlatún fingið hárfríðkararnar Eyðbjørg Augustinussen og Sólrun Winther, at læra frá sær, hvussu menn kunnu temja kynsturin at gera hestahalar og flættur.

Til tiltakið komu 10 pápar við teirra døtrum. Hugurin var góður millum páparnar, allir vóru nøkulunda í sama báti, so tað bleiv ikki flent at hvørjum øðrum – heldur bleiv flent at einum sjálvum. Døturnar vóru eisini óførar at hjálpa til. Tær fingu sleikisneis og rós, meðan páparnir royndu sum frægast. Flættað bleiv bæði tann meira siðvanda tríggjalokka flættan og fiskaflættan.

Aftaná fingu páparnir kaffi, og fingu teir eisini eitt hugnaligt prát við hvønn annan. Tá tiltakið var liðugt fóru nakrir stóltir pápar heim við glaðum gentum, sum allar høvdu hvør sína vøkru flættu.

Umframt at hetta var eitt væleydnað tiltak, so fekk tiltakið eisini nógva positiva umrøðu.

Blaðið Kvinna tók tiltakið upp á teirra heimasíðu. Somuleiðis tók Góðan Morgun Føroyar sendingin í Kringvarpinum tað upp, har tey varpaðu út og stroymdu frá, meðan tveir útvarpsmenn lærdu, eins og páparnir í Vági, at flætta hár. Á tiltakinum var eisini ein kvinna, sum er í gongd við sína serritgerð í antropologi á lærdaháskúlanum í Aarhus. Serritgerðin snýr seg um faðirskap, og í tí sambandi var hon í Miðlatúni og eygleiddi og tosaði við páparnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder