Uttanlands

Eitt skattastarvsfólk góðkendi umsóknirnar uttan eftirkanning

Medarbeiðarin hjá Skat í Høje Taastrup er longu fongslaður í einum øðrum máli um svik

2018-10-18 07:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein medarbeiðari hjá danska skattavaldinum Skat í Høje Taastrup, sum góðkendi størsta partin av skjølunum í stóra skattamálinum, har danski statskassin verður mettur at hva verið snýttur fyri 12,7 milliardir krónur.

Les eisini: Fleiri lond í Evropa snýtt fyri milliardir 

Medarbeiðarin er longu fongslaður í einum øðrum stórum sviki, skrivar Politiken.

Høvuðsmaðurin handan snýtið eitur Sanjay Shah, ið er búsitandi í Dubai. Politiken skrivar, at hann hevur váttað, at hann hevur verið við til at fáa minst 9 milliardir krónur afturgoldnar frá danska skatskassanum, men sigur, at hann bert gagnnýtti eitt hol í lóggávuni.

Feløg hjá Shah sendu skjøl til Skat í Danmark, sum vístu á, at feløgini høvdu goldnan vinningsbýtisskatt til góðar. Talan skal hava verið um sokallaðar einmans pensjónsgrunnar. Bert í tí eina førinum, vórðu meira enn 1,3 milliónir krónur afturgoldnar.

Tað var sami medarbeiðari hjá Skat í Høje Taastrup, sum góðkendi oyðubløðini. Hann rindaði ikki sjálvur pengarnar aftur, men eftir at hann hevði góðkent umsóknina, vórðu pengarnir fluttir uttan fleiri kanningar, skrivar Politiken.

Hóast tað vóru amerikanskir einmans pensjónsgrunnar, sum áttu pengarnar til góðar, so vórðu pengarnir fluttir til bankakontur í Evropa. Talan var um kontur, sum feløg, ið virkaðu vegna hesar pensjónsgrunnar áttu.

Maðurin við stemplinum í Høje Taastrup hevði úr at gera. Hann kannaði ikki eftir, um útlendsku umsøkjararnir veruliga áttu donsk partaprøv, sum tey høvdu rindað skatt fyri. Vóru oyðubløðini rætt fylt út, so vórðu tey góðtikin.

Bara í mai mánaði 2015 góðtók hann útgjaldingar fyri 4,2 milliardir krónur. Tann eina mánaðin góðkendi hann útgjøld fyri meira enn 200 milliónir krónur í miðal fyri hvønn arbeiðsdag.

Yvir 11 av teimum 12,7 milliardunum krónunum vórðu goldnar út til 277 ymsar sonevndar einmans pensjónsgrunnar, skrivar Politiken.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder