Mentan

Eivør á Times Square

Tónleikarinnan sjálv trýr ikki rættiliga sínum egnu eygum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-06-25 13:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

"Is this really happening? Pinch me", skrivar Eivør á Instagram, og trýr ikki rættiliga sínum egnu eygum.

Tað er ikki oftari enn so, at føroyskar lýsingar eru at síggja á bleiktrandi skíggjum úti í stóru verð. Á Times Square á Manhattan New York í gjár, var ein stór lýsing við Eivør at síggja.

Lýsingin var fyri tíggjundu soloútgávuna hjá Eivør, "Enn", sum júst er komin út.

Eivør má sigast at vera kendasta tónleikanavnið vit hava í Føroyum. Í síðstu viku framførdi hon á Copenhell í Keypmannahavn.

Eini 330.000 hava sína gongd dagliga gjøgnum økið Times Square, nógv av teimum eru ferðafólk.

[object Object](Mynd: Eivør / Instagram)

[object Object](Mynd: Eivør / Instagram)

[object Object](Mynd: Eivør / Instagram)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder