2021-01-17 14:47
Løgreglan í Ekvador hevur lagt hald á 1,3 tons ov kokaini, sum varð fjalt í einari bingju, sum skuldi til Estland.
Tað var ein hundur hjá løgregluni, sum gjørdi vart við rúsevnini í býnum Guyayaquil, segði Patricio Pazmino, innlendismálaráðharri hjá Ekvador, í gjár.
Sambært Ritzau legði løgreglan í Ekvador í fjør hald á eina metstóra nøgd av rúsevnum – 128 tons. Gamla metið var frá 2016, tá hald varð lagt á 110 tons.
Grannalondini hjá Ekvador – Kolumbia og Peru – eru sambært ST størstu framleiðararnir av kokaini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald