Uttanlands

El Risitas deyður

Spanski maðurin við smittandi látrinum gjørdist 65 ár

2021-04-29 14:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spanski skemtarin Juan Joya Borja, hvørs smittandi látur gjørdi hann gitnan um allan heimin, er deyður, 65 ára gamal.

Hann var betri kendur undir eyknevninum El Risitas, gnisarin. Hann gjørdist kendur um alt internetið sum “flennandi spaniólin”.

Fyri nøkrum árum síðani byrjaðu fólk at leggja ein sjónvarpsuptøku av honum út á netið við nýggjum undirtekstum til søguna, sum hann flennandi fortaldi í eini sending hjá sjónvarpsvertinum Jesús Quinteiro. Hann fortelur um nakrar óhepnar støður hann er komin í sum køkshjálp.

Juan Joya Borja doyði í gjár á sjúkrahúsi, skrivar BBC frá sponskum miðlum.

Hann hevði trupulleikar við heilsuni í seinastuni, herfyri var annað bein hansara tikið, skrivar BBC.

Umrødda sjónvarpssamrøðan er herundir við enskum undirtekstum



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder