Innanlands

Eldávaringin á Glasi fór í gongd í morgun

Ein roykvarnari segði frá eldi, men eingin eldsbruni var

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-08-30 09:57 Author image
Oda Strøm
placeholder

Brandalarmurin á Glasi í Havn fór í gongd fyrrapartin, men eingin eldsbruni var.

Glasir er útgjørdur við einari eldávaringarskipan, sum automatiskt boðar sløkkiliðnum frá, tá eldur kemur í. 

Tórshavnar Sløkkilið var skjótt á staðnum.

- Har er ein automatisk eldávaringarskipan, og tá hon fer í gongd, ýlir tað í bygninginum. Ein varnari var farin í gongd orsakað av eitt sindur av royki frá smiðjuni - bilhøllini, sigur Petur Vágsgarð, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum kannaði málið. 

- Eg veit ikki akkurát hví hann fór í gongd, men bygningurin er nýggjur, og tí eru altíð nakrar barnasjúkur, sigur átaksleiðarin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder