2018-08-09 14:03
Brandalarmurin í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn fór í gongd fyrrapartin.
Sjóvinnuhúsið er útgjørt við einari eldávaringarskipan, sum automatiskt boðar sløkkiliðnum frá, tá eldur kemur í.
Tórshavnar Sløkkilið sendi tí ein bil, men eingin eldsbruni var í húsinum.
- Húsið er akkurát opnað, og nakrir handverkarar vóru farnir í gongd við at saga, og tað var støvið frá sagingini, sum roykvarnararnar fangaðu í luftini - og tað setti so eldávaringarskipanina í gongd, sigur Petur Vágsgarð, indsatsleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði, sum sjálvur fór oman at kanna málið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald