Uttanlands

Eldri fólk eru í størri vanda fyri at verða smittað aftur

Donsk kanning vísir, at fimti hvør persónur, ið hevur havt covid-19, kann gerast sjúkur aftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-03-18 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fimti hvør persónur, ið verður smittaður við covid-19 gerst ikki mótstøðuførur fyri nýggjari smittu. Og fyri fólk oman fyri 65 ár er tað minni enn helmingurin, ið skapar mótstøðuføri móti smittuni.

Tað vísir ein nýggj kanning hjá danska stofninum Statens Serum Institut. Tað boðar stovnurin frá í tíðindaskrivi

Steen Ethelberg, granskari, sigur í tíðindaskrivinum, at flest fólk tó framvigis eru vard í minsta lagi eitt hálvt ár.

- Men ikki øll eru vard og serliga millum tey eldru er okkara kanning órógvandi. At bert helmingurin eftir øllum at døma er vardur, sigur hann.

Út frá hesum kanningarúrslitum mælir Steen Ethelberg øllum til at taka ímóti tilboðnum um koppseting – eisini sjálvt um tey longu hava verið smittað.

- Og til tá – hetta er serliga galdandi fyri eldri – at minnast framhaldandi at fylgja boðunum frá myndugleikunum um, hvussu ein verjir seg móti smittuni, leggur granskarin afturat.

Kanningin er almannakunngjørt í viðurkenda vísindatíðarritinum The Lancet.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder