Ein eldri kvinna og ein drongur í tannárunum vórðu seinnapartin í gjár flutt á sjúkrahús í Lerwick í Hetlandi eftir eina ógvusliga spreinging í einum sethúsum í Brae, norðalaga á hetlendsku meginoynni, Mainland.
Í dag frættist, at 84 ára gamla kvinnan, sum búði í húsunum, doyði í gjárkvøldið av løstunum hon fekk.
Shetland News skrivaði í gjár, at tað eydnaðist unga dronginum, sum var staddur í einum kamari tá spreingingin hendi, at grulva út úr húsaleivdunum uttan stórvegis mein. Hann varð tó innlagdur til kanningar.
Sambært Shetland News var helst talan um eina gassspreinging. Hetlendski politiovastin sigur fyri miðlinum, at tey nú skulu hava serfrøðingar úr Skotlandi til staðið fyri at staðfesta nærri, hvat orsøkin var til ógvusligu spreingingina. Onki bendir á, at nakað illgrunasamt skal vera orsøkin til vanlukkuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald