Innanlands

Eldur í sethúsum í Fuglafirði í nátt

Eldurin varð skjótt sløktur

Mynd: Jens Kr. Vang

Mynd: Jens Kr. Vang

2018-09-12 09:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan úr Fuglafirði um at eldur var í einum húsum. Tað vóru grannar, sum uppdagaðu royk úr einum húsum í umvæling.

- Eigarin var skjótur á staðið og fekk sløkt eldin. Tað var ein lítil eldur og har var lítil og eingin skaði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini.

Løgreglan fer í dag at gera kanningar fyri vónandi at útiloka, at nakað illgrunasamt er farið fram.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder