Innanlands

Eli Smith sniðgivið kærleikskúluna 2020

Ruth Thomsen, ráðgevi í Sjóndeplinum og forkvinna í Blindafelagnum, fekk fyrstu kærleikskúluna – Nýggja kærleikskúlan varð avdúkað á Listasavn Føroya í dag

Soleiðis sær kærleikskúlan 2020 út

Soleiðis sær kærleikskúlan 2020 út

2020-11-27 13:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á hátíðarløtu í Listasavni Føroya í dag varð nýggja kærleikskúlan hjá Dugna avdúkað. Í ár er tað listamaðurin Eli Smith (f. 1955), sum hevur sniðgivið kærleikskúluna.

Eli hevur arbeitt við gróti síðani 2003. Fyrst menti hann eina málitøkni, sum inniber at mjølva grót og annað náttúrutilfar til litevni, sum hann stroyir í fleiri løgum á plátu/lørift við akrylbindievni (“grótmálningur”). Seinni (í 2012) fór hann eisini undir at skera grótið í flísar og seta tær saman til brotamyndir (mosaikk). Flísarnar verða síðani límaðar niður á aluminiumsplátu. Náttúran og hennara ríku skapanarmøguleikar hugbinda Eli. Listin er ekspressionistisk. Har ið grótmálningurin einamest lýsir landsløg í Føroyum, so eru brotamyndirnar í stóran mun lýsingar av bíbilskum evnum.

Eli Smith sigur soleiðis um Kærleikskúluna 2020 í orðingini, sum fylgir við kúluni:

Fevna

Landslagsmyndin á kærleikskúluni er ein vatnlitsmynd, sum er gjøgnumskygd. Á botninum eru eggini úr lekasteini, umgyrd við myrkum sandi úr Søltuvík.

Landslagsmyndin við spógvanum er sprottin úr góðum summarkvøldum uppi á Vatnaskørðum í Hoyvíkshaga, har eg arbeiddi í míni flytbaru málarastovu. Ein fragd at hoyra spógvans vakra lát, og ikki høvdu eg og míni verið har leingi, til vit funnu reiðrið við fýra eggum, sum vóru grøn- og brúnlitt við dimmum blettum. Spógvahjúnunum dámdi tó lítið, at vit komu reiðri teirra so nær, sum tey so kærleiksfult vóru um og vardu – sum í sanginum “Eg veit eitt spógvareiður”. Og hvør kann liva uttan kærleika? Lívið byrjar jú við móðurkærleikanum, at elska og vera elskaður, at taka ímóti kærleika og at geva hann víðari – alt hetta er við til at menna Skapningin. Men hin fullkomni kærleikin kemur omanífrá, frá Skaparanum sjálvum, sum er hin algevandi Kærleikin.

Kærleikskúlan avmyndar spógvan, sum eisini er ein Guds skapningur. Hann ger alt fyri at verja tey verjuleysu eggini – ja, er enntá klárur at geva lív sítt fyri tey.

Tólvta árið á rað

Kærleikskúlan er eitt serligt listarligt átak, har Dugni saman við umboði fyri Listasavn Føroya og landsstýrisfólkinum í Mentamálum velur eitt av Føroya mætastu listafólkum at sniðgeva kúluna. Kærleikskúlan er framleidd í avmarkaðari nøgd og verður bert seld í eitt avmarkað tíðarskeið.

Kærleikskúlan 2020 kann keypast í gávubúðum kring landið frá í dag, 27. november, til 23. desember. Allur søluágóðin fer til mennandi virksemið hjá Dugna.

Hetta er tólvta árið á rað, at Dugni letur Kærleikskúluna úr hondum.

Undanfarin ár hava hesi listafólkini sniðgivið Kærleikskúluna: Tróndur Patursson (2009), Sigrun Gunnarsdóttir (2010), Hansina Iversen (2011), Zacharias Heinesen (2012), Edward Fuglø (2013), Astrid Andreassen (2014), Astri Luihn (2015), Eyðun av Reyni (2016), Guðrið Poulsen (2017), Ole Wich (2018) og Rannva Kunoy (2019).

Heiðurin av fyrstu kúluni

Tá Kærleikskúlan verður avdúkað, verður somuleiðis ein serligur heiður sýndur einum persóni ella felagsskapi, sum fær fyrstu kærleikskúluna. Hesin skal á onkran hátt hava verið við til at betra umstøðurnar hjá fólki við skerdum førleikum og hava víst serligt framfýsni og áræði, sum ávirkar virkisøkið hjá Dugna.

Aftur í ár kundi almenningurin senda inn uppskot til, hvør skuldi fáa heiðurin og heili 89 uppskot komu inn.

– Hetta sigur okkum, at nógv fólk eru í Føroyum, sum gera eitt stórt arbeiði og taka nógv eyka tøk fyri onnur. Tað fegnast vit um, sigur Dugni.

Stýrið fyri Dugna, sum eru Jórun Gardar, Elkin Klettheyggj, Magni á Deild Olsen, Tóra við Keldu og Martin Karl Olsen valdu at heiðra Ruth Thomsen, ráðgeva í Sjóndeplinum og forkvinnu í Blindafelagnum.

Um fyrimyndina verður sagt:

Hon er ein góð, virðilig rødd, sum er ein fantastisk umboðan fyri tey, hon arbeiðir fyri. Hon ber eitt brek, sum er ein partur av henni, men hetta er tó ongin forðing fyri at gera eitt megnarverk fyri nógv onnur menniskju. Kortini sær hon ikki forðingar, men dugir at skapa møguleikar.

Hon er altíð til reiðar at hjálpa, og so er hon sera arbeiðssom og íðin, og hon steðgar ikki, fyrr enn málið er rokkið.

Henni hevur eydnast at varpa ljós á umstøður hjá fólki, ið eru blind ella sjónveik, og hon er ein góð og virðilig talskvinna.

Hon er sera menniskjalig og hevur eitt gott lívsmót, sum smittar á okkum onnur.

Hon hevur skipað fyri fleiri tiltøkum fyri at skapa eina fatan av umstøðunum hjá teimum, sum eru blind ella sjónveik. Júst henda fatanin er við til at betra umstøðurnar og víðka um møguleikarnar hjá teimum, sum hon umboðar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder