Týskvøldið 18. juni hevði Elin Henriksen sín seinasta arbeiðsdag á Stranda bókasavni, og í tí sambandi takkar Sjóvar kommunu henni fyri drúgva tænastu. Eitt lítið hátíðarhald var eisini á kommunuskrivstovuni í vikuni
- Tí varð skipað fyri einum drekkamunni á kommunuskrivstovuni í gjár, har vit fingu høvi at takka Elini fyri drúgva tænastu og handað henni eina gávu sum tøkk.
Elin hevur hevur arbeitt á bókasavninum síðani 2007. Fyrst varð tað sum skúlabókavørður og síðani 2011 sum bókavørður fyri almenna bókasavninum á Strondum.
Elin Henriksen hevur áður starvast sum millum annað lærari. Hon er eisini kend fyri sendingina "Málteigurin" í Kringvarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald