Innanlands

Elin Mortensen byrjað í starvinum sum sendikvinna

Elin Mortensen er nýggja sendifólki í Brússel

Elin Mortensen, sendikvinna (Mynd: Sendistovan í Brússel)

Elin Mortensen, sendikvinna (Mynd: Sendistovan í Brússel)

2018-09-04 13:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Elin Mortensen, nýggja føroyska sendikvinnan í Brússel, hevði í gjár sín fyrsta arbeiðsdag.

Á facebookvanganum hjá føroysku sendistovuni í Brússel stendur at lesa, at Elin hevur ein útbúgvin kandidat í stjórnmálafrøði úr Keypmannahavnar Universiteti, og hevur arbeitt í uttanríkistænastuni síðani 2009.

Í sínum starvi í Uttanríkistænastuni hevur Elin arbeitt við altjóða viðurskiftum, eitt nú fiskivinnupolitikki, hav og umhvørvi, Arktiskt- og norðurlandasamstarv, umframt viðurskiftum millum Føroyar og ES.

Elin hevur eisini staði á odda fyri Brexit-bólkinum hjá landsstýrinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder