Uttanlands

Elon Musk: Eg havi Asperger's

Í innleiðandi monologinum í sjónvarpssendingini "Saturday Night Live", sum varð víst leygarkvøldið, avdúkaði Tesla-stovnarin, at hann hevur Asperger's syndrom

49 ára gamli Elon Musk var vertur fyri vælumtóktu sjónvarpssendingini

49 ára gamli Elon Musk var vertur fyri vælumtóktu sjónvarpssendingini "Saturday Night Live" í gjárkvøldið (Savnsmynd)

2021-05-09 15:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygarkvøldið var tað milliardingurin Elon Musk, sum var vertur fyri vælumtóktu amerikonsku sjónvarpssendingini "Saturday Night Live" (SNL), og í hesum sambandi avdúkaði hann, at hann hevði Asperger's syndrom.

Tað var í innleiðandi monologinum, at Tesla-stovnarin segði:

– Eg skrivi faktiskt søgu í kvøld við at vera tann fyrsti persónurin við Asperger's, sum er vertur fyri SNL. Í øllum førum tann fyrsti, sum viðgongur tað.

Sambært tíðindastovuni Ritzau er hetta tó ikki heilt rætt. Skemtarin og fyrrverandi starvsfólk á SNL, Dan Aykroyd, sum var vertur fyri sendingina í 2003, hevur áður sagt, at hann hevur fingið diagnosuna Asperger's.

Asperger’s syndrom er eitt menningarórógv innan autismu, sum m.a. svenska veðurlagsstríðskvinnan Greta Thunberg eisini hevur. Talan er um eina diagnosu, sum kom fram í 80unum.

49 ára gamli Elon Musk hevur stovnað Tesla, og eisini eigur hann privata rúmdarferðafelagið SpaceX.

Innleiðandi monologurin hjá Elon Musk sæst her:

Tíðindini um, at Elon Musk skuldi vera vertur fyri SNL fingu annars fleiri fólk at ilskast.

Jenelle Riley, journalistur og ritstjóri á blaðnum Variety segði m.a., at hon kendi seg vónbrotna yvir, at sendingin fór at hava ein vert, "sum ikki hevur onnur evni enn at vera ríkur", og sum "spjaðir villeiðandi upplýsingar". Her sipaði hon til, at Elon Musk varð lagdur undir ikki at taka koronufarsóttina í álvara.

Eingi starvsfólk hjá "Saturday Night Live" vórðu tó tvungin at framføra saman við vertinum, um tey ikki ynsktu tað, varð sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder