Uttanlands

Elon Musk skal vera vertur á "Saturday Night Live"

Nógv, bæði hyggjarar og starvsfólk, eru ónøgd við, at Tesla-stovnarin skal vera vertur í vælumtóktu sendingini 8. mai

Elon Musk skal vera vertur í sendingini leygardagin 8. mai (Savnsmynd)

Elon Musk skal vera vertur í sendingini leygardagin 8. mai (Savnsmynd)

2021-05-02 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri varð avdúkað, at heimskendi ríkmaðurin og Tesla-stovnarin Elon Musk skal vera vertur á vælumtóktu amerikonsku sendingini "Saturday Night Live" leygardagin 8. mai, og hesi tíðindi hava fingið fleiri fólk at ilskast.

Ein teirra er Jenelle Riley, journalistur og ritstjóri fyri blaðið Variety. Hon sigur seg vera vónbrotna yvir, at sendingin fer at hava ein vert "sum ikki hevur onnur evni enn at vera ríkur", og sum "spjaðir villeiðandi upplýsingar". Her sipar hon til, at Elon Musk áður er lagdur undir ikki at taka koronufarsóttina í álvara, skrivar B.T.

Elon Musk finst t.d. at kanningarháttinum, og heldur hann, at tað er ódemokratiskt at lata samfeløg aftur, umframt at hann hevur sipað til, at læknar hava blást talið á andlátum upp fyri egnan vinning.

Fleiri starvsfólk hjá "Saturday Night Live" eru eisini ónøgd við, at Elon Musk sleppur at vera vertur. Eisini eru fólk ónøgd við, at sangkvinnan Miley Cyrus skal standa fyri tónleikainnslagnum leygardagin, og hava fleiri heitt á hana um ikki at seta seg í sambandi við Elon Musk.

Sambært miðlinum Page Six verða eingi starvsfólk tó noydd at framføra saman við Elon Musk, um tey ikki ynskja tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder