Evropeiski heilsuvágsmyndugleikin, EMA, sigur tað nú vera í lagi at koppseta 12-15 ára gomul við Pfizer-BioNTech-koppingarevninum.
Tað upplýsti EMA á tíðindafundi í dag.
Higartil hevur vaksinan bara verið góðkend til persónar, sum eru 16 ár ella eldri.
ES-komissjónin hevur endaligu avgerðina, men komissiónin plagar at fylgja tilmælunum frá EMA. Tað merkir, at donsku myndugleikarnir - og teir føroysku - helst skulu taka støðu til, um tey 12-15 ára gomlu skulu koppsetast móti koronu.
Í Føroyum hava vit higartil bara koppsett við Pfizer-BioNTech koppingarenvninum. 38,7 prosent hava fingið fyrsta prikið, og 21,1 prosent hava fingið annað prikið, og eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald