Innanlands

Endaliga svenska valúrslitið er nú greitt

Størstu flokkarnir vórðu Sosialdemokraterna, Moderaterna, og Sverigedemokraterna

Atkvøðuseðlar hjá ymsu flokkunum (Mynd: DR)

Atkvøðuseðlar hjá ymsu flokkunum (Mynd: DR)

2018-09-16 12:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun varð boðað frá, at fínteljingin av atkvøðunum frá Ríkisdagsvalinum síðsta sunnudag varð liðug. Endaliga úrslitið er nú greitt.

Størstu flokkarnir vórðu Sosialdemokraterna, Moderaterna, og Sverigedemokraterna.

Sosialdemokraterna fingu 28,3 prosent av samlaðu atkvøðunum, og fáa sostatt 100 sessir í tinginum. Tað er ein afturgongd á 2,3 prosent, og flokkurin missir sostatt 13 sessir.

Moderaterna fingu 19,8 prosent av atkvøðunum, 2,8 prosent minni enn við seinasta vali. Flokkurin fær 70 sessir, ið er 14 minni, ennn flokkurin hevði áðrenn.

Sverigedemokraterna fingu 17,5 prosent av atkvøðunum, 4,7 prosent meira, enn flokkurin fekk, seinast val var. Sostatt fær flokkurin 62 sessir.

 

Sambært SVT var valluttøkan 87,2 prosent.

Enn er eingin stjórn skipað í Svøríki. Borgarligi vongurin hevur 143 sessir, meðan vinstravongurin hevur 144 sessir.

Les eisini: Svøríki: Politisk ógreiða eftir valið í gjár

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder