Mentan

Endiliga verður frumframførslan

“No Time to Die” er seinasti filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum - filmurin kann síggjast í Føroyum í annaðkvøld

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-28 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í dag fær nýggjasti James Bond filmurin “No Time to Die” endiliga heimsfrumframførslu. Tað hendir í Royal Albert Hall í London.

Upprunaliga skuldi filmurin, sum inniheldur senur, ið upptiknar á Kalsoynni í Føroyum, verið vístur í apríl í fjør, men hetta varð útsetta orsaka av korona.

Hetta er eisini seinasti James Bond filmurin við Daniel Craig í høvuðsleiklutinum. Í øðrum leiklutum síggjast sansk-svenski Daniel Denick sum russiski vísindamaðurin Valdo, ið verður burturførdur av bølmenninum í filminum, Savin, ið verður spældur av Rami Malek – manninum, sum sló ígjøgnum sum Freddie Mercury í “Bohemian Rhapsody”.

“No Time to Die” er fimti Bond-filmurin við Daniel Craig sum James Bond. Hann var hin sjeyndi leikarin í leiklutinum, og fyrsti filmur við Craig sum Bond, var “Casino Royale” frá 2006.

Síðan Craig byrjaði sum Bond, hava filmarnir verið eitt slag  av framhaldi av hvørjum øðrum.

53 ára gamli Daniel Craig hevur gjørt fleiri av vandamiklu senunum sjálvur. Men hesi ‘stunts’ hava ikki verið uttan avleiðingar. Hann kom til skaða undir upptøkunum av nýggjasta filminum. Tað hendi á Jamaika, og bretski sjónleikarin mátti leggjast undir skurð í øklinum, skrivar Ritzau.

Tá upptøkurnar vórðu gjørdar til filmin frammanundan, “Spectre”, breyt Craig beinið.

Í nýggjasta James Bond filmurin, er James Bond ikki longur ‘agent 007’. Í “No Time to Die” er James Bond givin sum agentur. Heitið 007 er latið víðari til kvinnuliga agentin, Nomi, sum verður spæld av Captain Marvel-stjørnuni, Lashana Lynch.

“No Time to Die” verður frumframførdur í Havnar Bio hósdagin, ella rættari sagt mikukvøldið klokkan 007 minuttir yvir midnátt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder