Ítróttur

Enn ein ávisur FM spenningur í kappríðing

Summar greinar eru avgjørdar, summar greinar hava greiðan favorit, men í einari grein er ein rein FM finala millum tvey ross

Mynd frá ólavsøku: Freyr og Bryndis Hjartardóttir móti Marengo og Regini Johannessen

Mynd frá ólavsøku: Freyr og Bryndis Hjartardóttir móti Marengo og Regini Johannessen

2018-08-31 17:24 Author image
Innsent
placeholder

Tað er í morgin, leygardagin kl 14, at vit skulu finna útav, hvør vinnur FM steypini í kappríðing í 2018. Summar greinar eru avgjørdar, summar greinar hava greiðan favorit, men í einari grein er ein rein FM finala millum tvey ross.

Skeiðkappingin er langtsíðani avgjørd. Gylling, reyða ryssan hjá Regini Johannessen hevur vunnið allar kappingarnar og hevur tí longu vunnið FM heitið. So er bara spurningurin, um hon eisini megnar at vinna á heystkappríðingini.

Í Trav er øðrvísi, har er ein rein FM millum Savoy hjá Berit Joensen, har Eiler Joensen ríðir og Grett hjá Sjúrða Holm, Kristfríð D. Jacobsen ríðir á Gretti. Hesi bæði rossini hava deilst um at vinna kappingar í ár, men Grettir man metast at hava besta møguleikan, tá tað tykist sum hann hevur betri ferð í løtuni. Men hetta verður heilt vist ein spennandi tvídystur millum tvey ross, sum eru parað í sama riðili, har tann, sum hevur bestu tíð, vinnur FM.

Kappingin hjá teimum ungu hevur eisini verið spennandi í ár. Fyrstu kappingarnar vann FM vinnarin frá í fjør, Spirit hjá Randarsól Heinesen, men Spirit hevur ikki verið 100% seinastu tíðina og verður ikki við í morgin. Tískil er lagt upp til, at tað verður tað verður Sílfa hjá Ásu Bárðardóttir, sum vinnur FM heitið hjá teimum ungu. Sílfa hevur verið eitt sera jaligt íkast í hesum kappringarárinum. Á seinastu kapping hevði hon bestu tíð av øllum, eisini teimum vaksnu.

Tvíspor vaksin bólkurin er eisini mest sum avgjørdur, tað skal vilja illa til, um Svanna hjá Hans Paula Poulsen ikki endurvinnur FM heitið. Svanna er fýra stig frammanfyri nummar tvey og skal tískil enda aftast, um hon ikki skal vinna steypið. Men kappríðingin verður tó heilt vist spennandi hóast hetta - Svanna skal renna móti Freyr hjá Onnu Magnussen. Tað er Bryndis Hjartardóttir sum ríðir á Freyr, og seinast hesi rossini dystaðust, vóru bara 2 hundrandapartar av einum sekundi á muni.

Paringar síggja á hesari leinkju: PARINGAR HEYSTKAPPRÍÐING 2018

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder