Innanlands

Enn einki avgerandi nýtt í málinum um Mariu Fuglø Christiansen

Løgreglan hevur tosað við nøkur fólk, ið tey ikki hava tosað við áður, men heitir enn á fólk um at ringja inn

Í september 2013 varð líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur (Mynd: Skíggjamynd, Dagur & Vika 6. september 2013)

Í september 2013 varð líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur (Mynd: Skíggjamynd, Dagur & Vika 6. september 2013)

2018-08-22 14:47 Author image
Oda Strøm
placeholder

Enn er einki avgerandi nýtt komið fram í málinum um illgrunasama deyða Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin í sjónum við byrgingina um Hvannasund í november 2012. Tað sigur Kringvarpið. 

Løgreglan boðaði frá í tíðindaskrivi fyri einari viku síðani, at tey høvdu tikið málið uppaftur og heittu á fólk, sum halda seg vita okkurt - eisini fólk, sum løgreglan áður hevur tosað við - um at ringja til løgregluna á telefonnummar 114.

- Sjálvt um vitanin, tú situr inni við, kann tykjast uttan týdning og ónýtilig, verða øll biðin um at venda sær til politiið. Upplýsingarnir kunnu vísa seg, saman við øðrum kanningum hjá politinum, at hava týdning fyri málið, segði løgreglan í tíðindaskrivi. 

Niðurstøðan av líkskoðanini í 2012 hjá Mariu Fuglø Christiansen staðfesti annars, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi, og eiheldur vóru tekin um, at eitt óhapp var hent.

Í september 2013 varð líkið av 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur, og tá segði løgreglan, at onkur óvissa var um málið, og tí varð líkið grivið upp aftur.

Sum skilst var orsøkin, at gentan hevði gingið saman við einum ungum manni, sum var skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli 14. juli í 2013. Spurningurin í samband við uppgrevsturin var, um maðurin hevði framt brotsverk ímóti gentuni longu í november 2012, tá hon varð funnin deyð, sigur Kringvarpið. 

Rættarlæknaliga líkskoðanin, sum varð gjørd í 2013, kom tó til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012. Unga gentan var druknað.

Hildur Hentze, leiðari á Kriminaldeildini, sigur, at tey taka málið upp aftur, tí nógvir leysir endar enn eru um hendingina í november í 2012. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder