Uttanlands

Enn eitt flogfelag farið í gjaldsstøðg

Latam Airlines Group við høvuðssæti í Kili stríðist fyri at yvirliva koronakreppuna

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-05-26 07:44 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Størsta flogfelagið í Latínamerika, Latam Airlines Group, er nú komið á listan yvir flogfeløg, sum ikki knógvaðu koronakreppuna.

Tað skrivar Bloomberg.

Latam Airlines Group hevur søkt um sonevnda konkursverju í New York. Hetta merkir, at felagið nú er farið í gjaldsstøðg, og skal gjøgnum eina umskipan. Um tað ikki eydnast, er flogfelagið farið.

Eigarar í Latam Airlines Group eru eitt nú amerikanska Delta Air Lines og ríka kilenska Cueto-familjan. Felagið hevur tryggjað sær 900 milliónir dollarar, sum skulu hjálpa felagnum víðari meðan roynt verður at fáa eina avtalu við kravánararnar.

Koronavirusið hevur – eins og í restini av heiminum – havt ógvusligar avleiðingar fyri flogferðsluna í Latínamerika, har Latam Airlines Group virkar. 95 prosent av flogferðsluni er støðgað.

Fríggjadagin skuldi flogfelagið havt goldið avdrátt til eitt milliardastórt lán. Við at søkja um konkursverju í USA, er felagið vart móti kreditorunum meðan tað roynir at bjarga sær.

Latam Airlines Group, sum hevur høvuðssæti í Kili, er ikki fyrsta flogfelagið, ið er farið í skiftirættin í seinastuni.

Fyri fáum vikum síðani fór heimsins næstelsta núlivandi flogfelag, Avianca, eisini í gjaldsstøðg. Sama er galdandi fyri Thai Airways.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder