Innanlands

Enn er møguleiki at melda seg til ráðstevnu um ágang móti børnum

Stóra ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum í døgunum 19. til 22. august

2018-08-10 10:54 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Enn eru pláss eftir á stóru Norðurlendsku Ráðstevnuni, “Barnsins besta: retorikkur ella veruleiki?” sum norðurlendski felagsskapurin Nordisk Forening mot barnemishandling og omsorgssvigt, NFBO, skipar fyri í Norðurlandahúsinum í døgunum 19. til 22. august. Mánadagin 13. august kl 12 er seinasta freist at melda til.

Ráðstevnan vendir sær til øll, sum á ein ella annan hátt eru um, ella arbeiða við
børnum og ungum, og teirra viðurskifti. Fyrilestrarnir eru á skandinaviskum og
enskum og sunnudagin 19. august fer Kari Killén, sum av nógvum verður mett sum ein tann mætasta innan økið í Norðanlondum, at hava ein fyrilestur um tørvin av at hava eina tillagaða heildartilgongd til umsorganarsvíki og ágangi.

Mánamorgunin setur Løgmaður ráðstevnuna, saman við Cecilie Kjellgren, forkvinna í NFBO og Kari Killén, sum eisini er ein av stovnarunum av NFBO. Mikudagin tekur landsstýriskvinnan í Almannamálum, Eyðgunn Samuelsen samanum ráðstevnuna og kunngjørt verður, hvar komandi ráðstevnan í 2020 verður hildin. Ráðstevnan skapar møguleika fyri at fáa innlit í nýggjastu granskingina og vitanina innan økið, umframt at møguligt verður hja ráðstevnuluttakarunum at samskifta um teirra royndir og vitan og skapa sambond tvørtur um landa- og fakmørk.

Fyriskipararnir siga, at tey hava lagt ráðstevnuna soleiðis til rættis, at góðar
umstøður verða til hetta, umframt at ein ráðstevnudøgurði verður mánakvøldið á Hotel Føroyum. Eisini eru fyriskipararnir takksom fyri, at Tórshavnar Kommuna hevur bjóðað øllum ráðstevnuluttakarunum til eina móttøku í Norðurlandahúsinum týsdagin.

Kostnaður fyri alla ráðstevnuna er 3.500,- fyri limir í NFBO (3.700,- fyri tey, ið ikki eru limir) og 1.500,- fyri lesandi.

Nærri um skrá og tilmelding sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder