Aksel V. Johannesen, løgmaður, skrivaði í dag út nýval til at vera leygardagin 31. august. Í tí sambandi hevur Heilsu- og innlendismálaráðið longu sent eina fráboðan út um freistir í sambandi við valið.
Millum annað ber enn til hjá borgarum at boða frá einum nýggjum flokki. Tað krevjast 800 undirskriftir til hetta. Tað er longu greitt at tveir nýggir flokkar stilla upp til hetta løgtingsvalið umframt hinar sjey sum longu hava umboðan á tingi. Nýggju flokkarnir eru teir báðir Framtakið og Føroyaflokkurin.
Tann 17. august er seinasta freist at lata valevnislistar inn til formannin í løgtingsvalnevndini.
Valið verður altso tann 31. august, og byrjar klokkan 10 og heldur fram til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald