2018-08-20 16:50
Ein kunngerð er á veg, sum setur strangari krøv til oljutangar, m.a. at oljutangarnir skulu vera góðkendir og hava ovurfyllingarávaring. Tað veit Kringvarpið.
Fyri at geva fólki rímiligt skotbrá at skifta oljutanga, er freistin sett til 1. januar 2022.
Kunngerðin hevur verið til hoyringar og hevur eisini verið til kanningar á lógartænastuni hjá Løgmansskrivstovuni, og nú leggur Innlendismálaráðið sum skilst seinasta hond á hana, áðrenn hon verður lýst.
Í arbeiðinum hevur ráðið brúkt metingar frá Umhvørvisstovuni, sum siga, at umleið 5000 oljutangar í Føroyum - ella triðihvør tangi - er eldri enn 20 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald