
Kríggið herjar framvegis, men vápnahvíld hevur javnan verið nevnd seinastu tíðina. Í dag varð tað staðfest, at Russland setir eina vápnahvíld í verk frá í morgin klokkan 12. Vápnahvíldin verður galdandi til leygarkvøldið á midnátt - tað vil siga í 36 tímar.
Tað er tó ikki orsakað av krígsstøðuni sum heild, at hendan avgerðin er tikin. Tað var Patriarkurin Kirill, ið er ein russiskt-ortodoksur biskopur, sum fyrr í dag skeyt upp, at ein vápnahvíld verður lýst fyri fríggjadagin 6. januar og leygardagin 7. januar - tað er 7. januar at ortodoksa kirkjan í Russland hátíðarheldur jólini. Hetta er so tikið til eftirtektar.
Les meira: Russland lýsir vápnahvíld í 36 tímar
Harvið hevur Kirill havt eina stóra ávirkan í hesum - spurningurin er um turkiski forsetin hevur havt nakra. The Guardian og Reuters skriva, at Recep Tayyip Erdogan í telefonsamrøðu hevur eggja Vladimir Putin til at lýsa vápnahvíld í Ukraina.
Harafturat skal Erdogan, ið sjálvur hevur á sær at hann kann vera harðrendur, hava sagt, at ein ætlan um eina rættvísa loysn skal liggja aftanfyri.
Tað var ein frágreiðing send út frá telefonsamrøðuni millum statsleiðararnar, skrivar The Guardian. Har sæst eisini, at Vladimir Putin við Erdogan sigur seg verða sinnaðan at hava samskifti við Kiev um hetta, men at ukrainar eisini skulu kunna góðtaka eina nýggjan landafrøðiligan veruleika.
Hetta er ósannlíkt. Mykhailo Podolyak, talsmaður fyri ukrainska forsetan, skrivaði stutt eftir russisku fráboðina á Twitter, at Ukraina ikki ætlar at lýsa vápnahvíld samstundis sum Russland, og so leingi russiskir hermenn eru á ukrainskum øki.
Í Kreml hevur verið gjørt greitt, at man vil hava landslutirnar Donetsk, Luhansk, Kherson og Zaporizhzhia, sum Rusland hevur hersett og sær sum sínar.
Les meira: Russland vil hava fýra landslutir frá Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald