
Strandferðslan hevur nú fingið góðkent siglingar- og ferðafólkaloyvið til Erlu Kongsdóttir frá Skipaeftirlitinum og klassanum, DNV GL.
Hetta skrivar heimasíðan ssl.fo.
Tað hevur tikið sína tíð, men nú hevur tríkiljan fingið siglingarloyvið, sum í fyrsta umfarið er galdandi fyri Nólsoyar- og Kallsoyarleiðina.
Tað var ætlanin, at Erla Kongsdóttir skuldi avloysa Ternuna á Nólsoyarleiðuni, tá Ternan fór til klassing í oktober, men loyvið var ikki komið uppá pláss. Jósup hevur røkt siglingina seinastu seks vikurnar.
Les eisini: Ternan sett aftur í sigling fyri jól
Ferðafólkaloyvið hjá Erlu Kongsdóttir er galdandi bæði fyri summar- og vetrarhálvuna og er hægst loyvda ferðafólkatalið 96, boðar Strandferðslan frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald