Uttanlands

Ert tú sloppin inn at lesa í Danmark?

Karakterkravið til International Business á Copenhagen Business School gjørdist 12,4, sum er tað hægsta nakrantíð

Copenhagen Business School (Mynd: Bjarke MacCarthy/CBS)

Copenhagen Business School (Mynd: Bjarke MacCarthy/CBS)

2019-07-26 10:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

88.754 fólk søktu inná hægri útbúgvingar í Danmark hesuferð, og av teimum eru 65.714 sloppin inn. Ert tú ein teirra, ið hevur søkt inn umvegis kvotu 1, eigur tú at fáa boð um hetta í dag.

Tað er tó ymiskt, nær fólk fáa svar, alt eftir hvar tey hava søkt inn. Summi fingu longu boð klokkan 23.01 í gjárkvøldið, men summi fáa ikki boð fyrr enn seinni í dag.

Um ein ikki er sloppin inn á dreymaútbúgvingina, ber til at søkja inn á aðra útbúgving, har pláss eru eftir.

Til ber at síggja, hvørji atgongustig tær ymsu útbúgvingarnar krevja, og hvørjar útbúgvingar enn hava pláss eftir her.

Sambært DR, er met sett, tí atgongustigið til útbúgvingina International Business á Copenhagen Business School á Frederiksberg gjørdist 12,4, sum er tað hægsta nakrantíð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder